2026-02-06 07:50
Klokkan hálvgun átta í gjárkvøldið kom fráboðan av Norðskála um eitt ferðsluóhapp. Tveir bilar stoyttu saman. Annar kom koyrandi suðureftir eftir landsvegnum og hin kom úr bygdum øki av Norðskála og skuldi út á landsvegnum.
Hetta er vegamóti á landsvegnum við Streymin og innkoyringina við Norðskála. Á sama staði eru hend nógv óhapp og eisini vanlukkur. Tískil var øll tilbúgving send á staðið, men tað vísti seg tíbetur ikki at vera so alvorligt.
Tvey fólk vóru í bilunum og tey vóru bæði koyrd á sjúkrahús til kanningar. Bilarnir fóru so mikið illa, at teir ikki kundi koyra avstaðnum við egnari megi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald