Innanlands

Sera hált í Vágunum í morgun

Vága kommuna ávarar um hálku, meðan Landsverk eisini boðar frá hálku fleiri staðni

2019-01-24 10:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vága kommuna bað í morgun fólk um at verða sera ansin, tá tey fóru út. Kommunan skrivar, at sera hált var ymsastaðni, og at íslagið er so tjúkt, at tað var vandi fyri at tað fór at taka eina løtu áðrenn saltingin hevði virknað.

Landsverk boðar eisini frá hálku kring oyggjarnar. Boðað verður frá, at roknast kann við hálku á Dalavegnum til Viðareiðis, í Gerðabøi í Klaksvík, á Kambsdali, við Høgareyn og í Vatnsoyrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder