Tað hevur verið sera skiftandi hvussu heitt tað hevur verið í landinum seinastu vikurnar. Hitin hevur ligið millum frostmarkið og áleið 9 hitastig, og í dag minkar hitin úr teimum 7 hitastigunum niður í 4 hitastig. Hetta heldur sær gjøgnum morgindagin, men mikunáttin gerst aftur lýggjari, tá hitin aftur førkar seg upp á sjey hitastig.
Í dag er gul til frískur vindur av útsynningi vestan og útnyrðingi norðan, millum 5 og 10,5 m/s. Seinnapartin eitt sindur av avfalli, millum 0,1 og 0,2 mm. Hitin fellur frá 7 til 4 hitastig.
Í morgin er andøvsgul til frískur vindur. Um náttin av útnyrðingi, men sum dagurin líðir skiftir til eystan av ættini. Vindferðin millum 6 og 10 m/s. Einki avfall og hitin millum 4 og 5 hitastig.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald