Næstu tímarnar er skrið av suðri, um 18 til 19 m/s og hitin minkar úr 9 hitastigum niður í 5 hitastig. Tað regnar eisini, millum 0,2 og 0,8 mm. Seinni á degnum minkar hann niður í frískan til strúkur í vindi, millum 8 og 13 m/s. Hitin liggur tá um 5 til 6 hitastig og einki avfall.
Í morgin sigur veðurforsøgnin frá loti til frískan vind av suðri og landsynningi, millum 1 og 9 m/s meginpartin av degnum. Um kvøldið veksur upp í strúkur í vindi um 12,5 m/s. Hitin um 5 til 7 hitastig. Um kvøldið fer at regna, millum 0,5 og 1,5 mm.
Sunnudagin regnar alt døgnið, millum 2,5 og 5,6 mm. Í luftini er hann frískur til strúkur í vindi av landsynningi, millum 8 og 12 m/s. Hitin um 7 til 8 hitastig.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald