Uttanlands

Sera tætt val í Simbabvi

Hetta er fyrsta valið uttan Robert Mugabe á listanum

Emmerson Mnangagwa (t.v.) og Nelson Chamisa (t.h.)

Emmerson Mnangagwa (t.v.) og Nelson Chamisa (t.h.)

2018-07-31 07:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár var val í Sambabvi, har nýggjur forseti skal veljast. Hetta er fyrstu ferð, at Robert Mugabe, sum sat sum forseti frá 1987 til í september í fjør, ikki er á listanum.

Eins og væntað, so er sera tætt millum teir báðar Nelson Chamisa og Emmerson Mnangagwa, forseta í Simbabvi. Væntað varð, at Mnangagwa fer at gerast forseti, men uppteljingin vísir, at enn er ov tætt at siga hvør hevur vunnið valið.

75 prosent av veljarunum í Simbabvi hava atkvøtt, og endaliga úrslitið verður almannakunngjørt innan fimm dagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder