Innanlands

Sera vánalig koyrilíkindi á Velbastað

Bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu er eisini givin at koyra til Velbastaðar og Kirkjubøar vegna vánaligt sýni. Landsverk ávarar um, at tað er hált í støðum kring landið

2023-03-16 12:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Koyrilíkdini kring landið eru í løtuni munandi betri, enn tey hava verið fyrr í vikuni. Tó eru ymiskar avbjóðingar.

Landsverk skrivar á heimasíðu sínari, at hált er í støðum um alt landið og heitir í hesum sambandi á fólk um at koyra varliga.

Øll koyrilíkindini kunnu síggjast her

Í løtuni er serliga ringt á Velbastað. Landsverk skrivar, at koyrilíkindini har eru sera vánalig, og heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi í hesum sambandi.

Tórshavnar kommuna skrivað fyri løtu síðani á heimasíðu sínari, at leið 5 fyrbils er givin at koyra til Velbastaðar og Kirkjubøar.

- Vánaveður og ringt sýni hevur við sær, at leið 5 fyribils gevst at koyra til Velbastaðar og Kirkjubøar. Leið 5 koyrir framhaldandi frá Norðasta Horni til Kaldbaks.

Sí veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder