Mentan

Serframsýning við málningum hjá Bent Restorff

Bent Restorff (1922-1979) var við til at mynda føroyska listalandslagið í eftirkrígstíðini saman við fleiri av okkar kendastu listafólkum

2025-04-08 21:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin letur upp serframsýning við listamanninum Bent Restorff á Listasavni Føroya.

Bent Restorff, sum livdi frá 1922 til 1979, var virkin listamaður, ið var við til at mynda føroyska listalandslagið í eftirkrígstíðini, saman við fleiri av okkara kendastu listafólkum.

Bent Restorff var sjálvlærdur, men hann fekk íblástur frá teimum mongu føroysku listafólkunum, ið komu aftur til Føroya við nýggjum úttrykkum eftir lokna útbúgving á akademinum í Danmark. Hansara ferðir út í heim síggjast eisini aftur í fleiri av verkum hansara. Bent Restorff andaðist bert 58 ára gamal. 

Seinnu árini fann hann sína listaligu rødd við teimum abstraktu og litríku verkunum. Hansara myndir prýða nógvar stovur kring landið, og serliga tær ekspressivu landslagsmyndirnar og  myndevni úr Tórshavn eyðkenna hansara list.

Framsýningin lýsir hansara leitandi listaleið sum sjálvlærdur listamaður í Føroyum. 

Fernisering verður fríggjadagin 11. apríl klokkabn 16 til 18.

Á ferniseringini fer Kirstin Helgadóttir, kurator, at siga nøkur orð um framsýningina, og Jón Durhuus, fer at greiða frá um listamannin Bent Restorff. Eisini fer Guðrið Hansdóttir at spæla nøkur løg.

Listaframsýningin við málningum hjá Bent Restorff verður at síggja á Listasavninum fram til 19. oktober. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder