placeholder
Innanlands

Serlig avtala fyri leiðarar og serfrøðingar

Maskinmeistarafelagið og privatu arbeiðsgevararnir hava skrivar undir nýggjan tvey ára sáttmála

Sáttmálasemjan varð undirskrivað í Vinnuhúsinum í gjár. Frá vinstru er tað Regin M. Jacobsen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum, Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, FAG, og Høgni Hansen, næstformaður í FAG

Sáttmálasemjan varð undirskrivað í Vinnuhúsinum í gjár. Frá vinstru er tað Regin M. Jacobsen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum, Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, FAG, og Høgni Hansen, næstformaður í FAG

2024-09-10 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Maskinmeistarafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, FAG, skrivaðu seinnapartin í gjár undir semju um ein nýggjan tvey ára sáttmála fyri privat settar maskinmeistarar og maskinistar á landi.

Maskinmeistarafelagið skrivar í tíðindaskrivi, at tað eru góðir tríggir mánaðir síðan, at tann gamli sáttmálin gekk út, og hevur nýggi sáttmálin gildi frá 1. juni. Við virknaði frá tí degi hækkar lønin 4,32 prosent og 1. juni næsta ár hækkar hon við 3,87 prosentum.

Í Maskinmeistarafelagnum fegnast tey um, at samráðingarnar við FAG hava gingið væl og skjótt; men tó ikki skjótari, enn at partarnir eisini hava givið sær stundir at gera týdningarmiklar og prinsipiellar broytingar.

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, leggur serliga dent á spildurnýggju ásetingina um leiðarar og serfrøðingar, sum er komin í sáttmálan sum nýggj § 3.

Individuellar samráðingar

Nyggja ásetingin skilir einfalt lønarspurningin hjá leiðarum og serfrøðingum frá lønarspurninginum hjá øllum hinum, ið eru fevnd av sáttmálanum. Fram eftir verða allar lønir hjá leiðarum og serfrøðingum avtalaðar í persónligum avtalum. Leikluturin hjá Maskinmeistarafelagnum verður at ráðgeva hesar leiðarar og serfrøðingar í setanartilgongdini og í teirra individuellu lønarsamráðingum.

[object Object]
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum

- Hetta er ein nýggj áseting, sum hevur stóran prinsipiellan týdning, og sum vit í veruleikanum ynskja í allar sáttmálarnar hjá okkuma. Vit hava tó ikki viljað gloypt um alt í senn í øllum sáttmálasamráðingunum, men hava spjatt teir prinsipiellu spurningarnar – ella stríðini, um tú vilt – út á teir ymsu sáttmálarnar á bæði tí almenna og tí privata arbeiðsmarknaðinum, og vóna við tí at seta hol á eina røð av grundleggjandi broytingum, sum vit halda vera neyðugar; ikki bara hjá okkum, men á øllum arbeiðsmarknaðinum, greiðir Arnfinn Bech frá.

- At gera slíkar grundleggjandi og prinsipiellar broytingar, gongur ikki altíð so stillisliga fyri seg, og áleikandi stríðið við KAF um arbeiðstíðarreglur, er júst ein sovorðin grundleggjandi og prinsipiell broyting – har gongur tað tó tíverri ikki so smidliga fyri seg sum í samráðingunum við FAG. Kortini ber sera illa til at gera samberingar har, tí í sáttmálanum við FAG snýr tað seg um serligar ásetingar fyri ein avmarkaðan og sera væl defineraðan bólk av limum, meðan arbeiðstíðarreglurnar skulu vera generellar fyri eitt heilt sáttmálaøki, leggur hann afturat.

Maskinistar fáa eitt lyft

Ein onnur broyting til tað betra, sum hann hevur hug at taka fram, í nýggja sáttmálanum, er lønin hjá maskinistum.

Við umflokkingum av størvunum eru teir allir lyftir munandi upp í løn. Eftir gamla sáttmálanum vórðu maskinistar løntir á stigunum 1-8 í lønartalvuni, og í tí nýggja verða teir løntir á stigunum 5-12.

Ósemjan millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, um sáttmálarnar hjá limunum, sum arbeiða hjá Sev og brennistøðunum, stendur við. Onki røkist fyri eini semju har.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder