Innanlands

Serlig støða at koma í

Alt samskifti í parti av Norðoyggjum lá lamið stóran part av degnum í gjár. Samskift varð umvegis VHF-radio hjá alibátunum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-12-31 11:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein stóran part av degnum í gjár lá alt fartelefon-, fastnet- og internetsamskifti lamið í stórum parti av Norðoyggjum.

Bygdirnar sum vóru ávirkaðar vóru tær eystanfyri Árnafjarðartunnilin, Árnafjørður, Norðdepil, Hvannasund, Viðareiði, Svínoy og Fugloy.

Sum skilst er ein fipurkaðal slitnaður nærhendis tunnilsmunnanum í Árnafjarðartunlinum við Ánirnar.

Tað var ein serlig støða at koma í. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn fekk til dømis ikki samband við patruljuna, sum hann hevði sent norð at stongja tunlarnar.

Fráboðanin kom beint fyri klokkan 10 og ikki fyrr enn klokkan um nátturðatíð í gjár, var trupulleikin loystur. Tí var neyðugt at finna aðrar samskifitisloysnir.

VHF radio í alibátunum var brúkt, so samskiftast kundi til sivilisatiónina í Klaksvík í so fall at okkurt skuldi verið áfatt.

Tunlarnir norður um Fjall vóru stongdir í einar tríggjar tímar meðan arbeitt var við at loysa trupulleikan, frá klokkan 16 til umleið klokkan 19.

Hildið verður, at óhappið er hent av kavagravingini seinastu dagarnar, og at fipurkaðalin, sum inniheldur nógvar aðrar kaðalar, ikki toldi viðferðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder