Innanlands

Serligt akvavitt í sambandi við flaggsigling

Einans 800 fløskur eru framleiddar

2019-05-16 10:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyri at hátíðarhalda, at tað í ár eru 100 ár síðan Merkið á fyrsta sinni varð borið alment fram á Sælandi í Danmark, skipar Felagið Føroysk Træseglskip fyri Flaggsigling úr Føroyum til Danmarkar. Í hesum sambandi hevur DISM framleitt eina serliga, talmerkta útgávu av Havinum. Løgurin hevur ligið í sjerritunnum í trettan mánaðir. Úrslitið av eldingini er eitt gylt akvavitt við rundum og søtligum sjerrismakki.

Talan er um avmarkaða útgávu. Einans 800 fløskur eru framleiddar. Fløskurnar er ílatnar prýðiligar troyggjur við mynstrum úr bókini Føroysk Bindingarmynstur. Tað er Brynhild Petersen, ið hevur gjørt troyggjusniðið, og einar hundrað bindikonur við tilknýti til føroysku træseglskipini hava valt lit og mynstur og hava bundið í vetur. Talan er um megnar arbeiði, tí hvør troyggja tekur fleiri tímar at binda.

Serliga útgávan fæst í Rúsunum kring landið og í tollfríu handlunum umborð á Norrönu og í Vága floghavn. Útgávan verður harumframt at fáa í Danmark í sambandi við tiltøkini, sum Felagið Føroysk Træseglskip skipar fyri í næstum.

Av hvørjari seldari fløsku fara 30 kr. til Felagið Føroysk Træseglskip.

Dism framleiðir frammanundan eisini Eldvatn, Lívsins Vatn, Havið og Barald.

- DISM

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder