Innanlands

Sernámsfrøðiligt álit handað

Arbeiðið er sett í verk sum framhald av “Fólkaskúlaálitinum”, sum varð handað landsstýrismanninum í mai 2023

– Tilmælini geva eitt sterkt fakligt grundarlag. Nú er týdningarmikið, at arbeiðið heldur fram við greiðari kós og stigvísari íverksetan, so sernámsfrøðiliga økið og skúlaverkið verður styrkt til gagns fyri øll børn, sigur Djóni Nólsøe Joensen, fráfarandi landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum (Savnsmynd)

– Tilmælini geva eitt sterkt fakligt grundarlag. Nú er týdningarmikið, at arbeiðið heldur fram við greiðari kós og stigvísari íverksetan, so sernámsfrøðiliga økið og skúlaverkið verður styrkt til gagns fyri øll børn, sigur Djóni Nólsøe Joensen, fráfarandi landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum (Savnsmynd)

2025-11-28 12:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, fekk í dag handað álit um “Sernámsfrøðiliga økið í mun til fólkaskúlanýskipanina”. Arbeiðið er sett í verk sum framhald av “Fólkaskúlaálitinum”, sum varð handað landsstýrismanninum í mai 2023.

Reyði tráðurin í álitinum er, at sernámsfrøðiliga økið er hugsað sum ein heild, og skúlaverkið sum ein eind. Gjøgnumgangandi í álitinum er ynski um at fáa ein betri samanhang millum almanna økið og sernámsfrøðiliga økið.

Arbeiðsbólkurin leggur dent á, at tørvur er á at hava eina felags kós í øllum skúlaverkinum, har faklig atlit, fígging, lógargrundarlag og íverksetan hanga saman. Endamálið er at økja um luttøku, læring og trivnað, veita skjóta og viðkomandi hjálp og at minka um útihýsan.

Arbeiðsbólkurin metir, at ein skipað og stigvís tilgongd er ein treyt fyri at seta tilmælini í verk. Í álitinum verður víst á, at íverksetanin fevnir um eitt longri tíðarskeið á á leið 3–5 ár, og at flestu tilmælini hanga saman og treyta hvørt annað.

– Eg vil takka arbeiðsbólkinum fyri rúgvusmikið og væl grundað álit. Tilmælini geva eitt sterkt fakligt grundarlag. Nú er týdningarmikið, at arbeiðið heldur fram við greiðari kós og stigvísari íverksetan, so sernámsfrøðiliga økið og skúlaverkið verður styrkt til gagns fyri øll børn, sigur Djóni Nólsøe Joensen, fráfarandi landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder