21. september var altjóða alzheimersdagur og í tí sambandi hevur Eiðis kommuna, í samstarvið við Alzheimerfelagið, sett ein sokallaðan minnisbonk við Gamla Kirkjugarð.
Talan er um ein træbonk, sum hevur violett "hjól". Ein líknandi er settur upp í Grasagarði í høvuðsstaðnum.
Sí eisini: Minnisbonkur settur upp í Grasagarði
Endamálið er at varpa ljós á demenssjúkur millum fólk.
Eiðis kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at bonkurin stendur sjónliga fyri almenningin, og skal bjóða fólki at seta seg niður og taka eitt prát og minnast løturnar.
- Við hesum vil Eiðis kommuna seta sjóneykuna á avbjóðingarnar ið standast av demenssjúku, og takka Alzheimerfelagnum fyri sítt avbera góða arbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald