Innanlands

Seta nú leiting í verk eftir ferðamanni

Løgreglan fer fyrrapartin út í Fugloynna við hundum at leita eftir saknaðum ferðafólki

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-12 08:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan ger seg í løtuni til reiðar at seta leiting í verk eftir ferðamanni, sum ikki hevur verið at sæð síðani middagsleitið í gjár, tá hann kom í oynna við tyrluni.

Hetta verður eitt lið við upp ímóti tíggju fólkum við hundum, sum fer at leita eftir manninum, tá tað lýsnar.

Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir í morgun, at tyrlan verður nokk úti í Fugloy áðrenn klokkan 10, og síðani verður byrjað at leita.

Tað var um fimm tíðina seinnapartin í gjár, at fólk í oynni byrjaðu at sóknast eftir hesum ferðamanninum, sum kom við tyrlu á middegi. Hann segði við lokalfólk at hann skuldi inn aftur við Rituni sama dag seinnapartin, men veður var ikki hjá Rituni at leggja at á Kirkju. Hon slapp at á Hattarvík, men har møtti maðurin ikki.

Enn hevur hann ikki verið at sæð, og nú verður leiting sett í verk. Veðrið var ikki av tí besta í gjár, tað myrknaði stutt eftir at maðurin kom í oynna, og tað hevur eisini regnað síðani.

Ein møguleiki er, at maðurin liggur í tjaldi, men var at síggja til ikki væl ílatin og hevði bert ein lítlan ryggsekk.

- Vit vóna sjálvandi at maðurin kemur aftur í aftur í øllum góðum, og at vit møta honum við einum smíli. Men vit vita ikki hvat kann henda, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder