
Leygardagin seta umhvørvisfeløg veðurlagskreppuna í fokus. Bjóðað verður til eitt tiltak við røðum, yrkingaupplestri, tónleiki og ymsum básum. Hetta verður í Perluni og Perlutorginum í Havn kl. 14.
Á skránni eru tónleikur við Brimhvítt og Bárði Johannesen, yrkingaupplestur við Marjuni Syderbø Kjelnæs og røður við Boga Hansen, Sólfríð Gregersen og Elsu Berg.
Í 2019 staðfestu yvir 11.000 granskarar týðuliga “at Jørðin er í eini veðurlagskreppu”.
Umframt veðurlagsbroytingar tosa granskarar um “hina sættu hópoyðingina” av djóra- og plantusløgum. Okkara javnvág við náttúruna er skeiklað. Hetta kenna vit eisini aftur frá øðrum dálkingartrupulleikum, t.d. plasti í náttúruni.
Eisini í Føroyum hava vit ábyrgd. Vit eru pr. íbúgva stórútlátarar av vakstrarhúsgassum, og vøksturin í útláti hevur verið stórur seinnu árini. Vit hava heldur ikki lagt nóg stóran dent á at verja lívfrøðiliga margfeldið, og gransking innan økið verður ikki raðfest í nóg stóran mun.
Tildømis vita vit ov lítið um, hvørjar avleiðingar veðurlagsbroytingar fáa fyri Føroyar í framtíðini.
Politiska skipanin er á ongan hátt vaknað. Tí krevst ein virkin føroysk umhvørvis- og náttúruverndarrørsla, ið stríðist fyri:
- Eini bindandi veðurlagslóg, sum skerjir føroyska útlátið munandi meira enn veðurlagspolitikkurin leggur upp til
- Eini náttúrumargfeldislóg, ið verjir og varðveitir føroysku náttúruna.
- Raðfesta náttúrugransking
Fyriskipararnar av tiltakinum er átakið Veðurlagslóg NÚ, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Ringrás.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald