Innanlands

Seta umfatandi havnastongsul í verk móti Russlandi

Bert skip, sum hava beinleiðis tilknýti til fiskiskapin í føroyskum sjógvi sleppa nú inn í føroyskar havnir

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-01 10:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Treytað av at ein lógarbroyting verður samtykt á løgtingi í dag, so verður nú ein umfatandi havnastongsul móti Russiskum skipum í Føroyum, settur í verk.

Tað kunngjørdi landsstýrið á tíðindafundi á Viðareiði fyrrapartin.

Nýggja avgerðin hjá landsstýrinum snýr seg ikki um fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Russland, sum er galdandi í løtuni.

- Hana ætla vit at halda, søgdu løgmaður og Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Og hvat skal henda við Russlandsavtaluni fyri komandi ár, er støða ikki tikin til enn. Tann avgerðin verður tikin í heyst, helst í september.

Havnarstongsulin snýr seg tí um tey skip, sum hava brúkt Føroyar sum hubb hesa seinastu tíðina.

Av tí at russisk skip eru forðað at koma í havnir í øðrum londum, er umskipingarvirksemið vaksið munandi í Føroyum.

Hóast russisk skip fiska áleið 100.000 tons í føroyskum sjógvi, so hevur verið talan um umskiping av 400.000 tonsum í Føroyum hesa seinastu tíðina. Tað er hetta meirvirksemi, sum nú verður støðgað við avgerðini hjá landsstýrinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder