Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur avgjørt at seta Chik Collins úr Skotlandi sum rektara næstu fimm árini.
Tá freistin var úti 28. mai, vóru átjan umsóknir komnar inn til starvið, og ein samd setanarnevnd mælti til at velja Chik Collins.
Nýggi rektarin er professari í politiskari sosiologi og málvísindum, og hann hevur neyvar kunnleikar til granskingar- og útbúgvingarøkið bæði sum granskari og undirvísari. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir bæði sum deildarleiðari, varadekanur og settur dekanur á University of the West of Scotland.
Setanarnevndin legði dent á, at nýggi rektarin í verki hevur víst evni at skapa undirtøku millum starvsfólk, at samstarva við uttanhýsis partar og at finna røttu javnvágina millum at hugsa strategiskt og at vera sera praktiskur í gjøgnumføring av ætlanunum.
Chik Collins byrjar 1. september í ár, og samstundis fer Sigurð í Jákupsstovu úr starvi. Sigurð í Jákupsstovu hevur verið rektari seinastu átta árini, og hevur staðið á odda fyri eini stórfingnari menning av Setrinum við øktum tali av lesandi, útbúgvingum og granskingarvirksemi.
Ein tann fyrsta uppgávan hjá nýggja rektaranum verður at dagføra langtíðarætlaninar fyri Setrið í tøttum samstarvi við stýrið, starvsfólk, lesandi og uttanhýsis partar.
Starvið sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya er áramálssett til fimm ár við møguleika at leingja við trimum árum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald