Innanlands

SEV 75 ár í dag

Tað var á hesum degi í 1946, at umboð úr 19 kommunum á Streymoynni, úr Eysturoynni og Vágum stovnaðu elfelagið SEV

(Mynd: SEV)

(Mynd: SEV)

2021-10-01 15:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, 1. oktober 2021, eru 75 ár liðin, síðan elfelagið SEV varð stovnað, og at arbeiðið við at "elektrifisera" allar Føroyar byrjaði av álvara.

Tað var á stovningar fundi í Havn 1. oktober 1946, at SEV varð stovnað. 19 kommunur á Streymoynni, úr Eysturoynni og Vágum høvdu sent umboð at stovna elfelagið.

Elorkusøgan í Føroyum gongur tó longri aftur enn hesi 75 árini. Longu í 1907 læt Ólavur á Heygum byggja byrging í Fossá í Vestmanna við tí endamáli at útvega el úr fossamegi, og søkti løgtingið um lán til at byggja elverk. Í Havn sendu Chr. M. Christiansen og Napoleon Andreasen um aldarskiftið inn umsókn til Tórshavnar kommunu um loyvi til at nýta vatn úr Havnará til at reka eitt elektrisitetsverk í Havn. Hvørgin umsókn varð gingin á møti, og hvørgin verkætlanin bar á mál.

Tá SEV varð stovnað, vóru størri og smærri elverk ymsastaðni í Føroyum; nøkur kommunal og onnur privat. Í 1921 vóru ávikavist vatnorkuverkið í Botni í Suðuroy og motorverkið á Rundingi í Havn tikin í nýtslu. Í 1931 kom vatnorkuverkið á Strond í Klaksvík og aðrastaðni í Føroyum vóru eisini smærri verk, ávikavist vatnorkuverk og motorverk.

Men tað var tungt at reka hesi elverk, og tankin um at ganga saman í tvørkommunalan felagskap og lyfta í felag var 25 ára gamal,  tá stig varð tikið til at stovna elfelagið SEV, sum fekk heimstað í Vestmanna. Tað tók sína tíð at fáa allar kommunurnar við, men í dag eiga allar kommunur í Føroyum SEV, sum harvið er ogn Føroya fólks.

Meira um søguna hjá SEV kann lesast her.

Men tað er ikki bert 75 ára stovningardagurin hjá SEV, sum elfelagið kann hátíðarhalda í ár. Í ár eru eisini 100 ár liðin, síðan Suðuroyggin fekk streym, tá elektrisitetverkið í Botnið varð tikið í nýtslu 18. juli í 1921. Eisini eru 100 ár liðin, síðan elverkið á Rundingi í Havn varð tikið í nýtslu, umframt elverkið á Strond og Mýruverkið í Vestmanna fylla ávikavíst 90 og 60 ár í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder