Tingfundur verður settur klokkan 10 í morgun, og á skránni eru seks mál umframt framløgur.
Av teimum seks málunum koma tvey til aðru viðgerð. Hetta eru uppskot um sundurskiljing av netinum hjá Sev, soleiðis at netparutinr verður ein sjálvstøðug eind, meðan hitt er uppskot um at javnseta privata og almenna bústaðarbygging. Talan er um tvey andstøðuuppskot, har floksmenn vegna Sambandsflokkurin stilla tað fyrsta, meðan Jørgen Niclasen vegna Fólkaflokkin stillar tað næsta.
Miðflokkurin eigur trý av teimum fýra uppskotunum til fyrsta viðgerð. Talan er um tvey eykajáttanaruppskot – eitt til viðlíkahald av vegum og havnum og eitt til fýra nýggjar hashhundar til tollvaldið – og eitt uppskot um at økja játtanina til Landsverk, so at hesi fáa viðlíkahildið vegir og brýr.
Síðsta uppskotið er uppskot um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum, løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki og løgtingslóg um manning av
skipum. Tað er Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum, sum er uppskotsstillari.
Løgtingsfundurin verður settur kl. 10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald