Innanlands

SEV: Landsstýrið kann framvegis broyta vindútboðið í Hoyvíkshaganum

Fiskimálaráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið ásanna í skrivligum svarum um vindútboðið við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum, at framferðin í sambandi við útboðið ikki skal endurtaka seg

2019-06-27 11:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Fiskimálaráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið ásanna í skrivligum svarum um vindútboðið við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum, at framferðin í sambandi við útboðið ikki skal endurtaka seg, og at leisturin skal rættast upp frameftir. Men vindútboðið er ikki avgreitt enn, og tí er eingin orsøk at bíða. Landsstýrið bæði kann og eigur sostatt at rætta upp beinanvegin.

Soleiðis skrivar John Zachariassen, nevndarformaður í SEV, í skrivi um vindútboðið við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum, nú Fiskimálaráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið hava ásanna í skrivligum til Bill Justinussen, løgtingsmann, at framferin í samband við vindútboð skal rættast.

John Zachariassen sigur, at landsstýrið kann við § 5, stk. 2, í elveitingarlógini í hondini rætta óhepnu framferðina í vindútboðnum í Hoyvíkshaganum beinanvegin við at fáa til vega annað hóskandi stað til 18 MW vindorku, har øll áhugað kunnu bjóða. SEV hevur víst á henda møguleikan, sum hevði javnsett øll áhugað í einum vindútboði.

- Orkumyndugleikin hevur lagt til rættis eitt vindútboð í meginøkinum upp á 18 MW grundað á eina umsókn, har myndugleikin vælsignar ætlanina hjá einum framleiðara og festaranum  í Hoyvíkshaganum um at útihýsa øllum øðrum at bjóða upp á vindorkuna við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum. SEV hevur víst á, at tað neyvan er lógarheimild fyri framferðarháttinum í nevnda vindútboði.

- Vansin við at góðkenna henda framferðarháttin er, at tað kann slóða fyri líknandi vindútboðum, sum bæði kann gera, at tað verður dýrari fyri brúkaran, umframt at ætlan landsstýrisins um, at hesin leisturin ikki skal verða nýttur frameftir, fær eitt skot fyri bógvin. Tað hevur longu verið alment frammi í fjølmiðlunum, at ein annar framleiðari enn umsøkjarin við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum er í ferð við at gera avtalu við jarðareigarar á einum øðrum av teimum støðunum, har ætlanin er at skipa fyri útboði av loyvi til elframleiðslu úr vindorku, skrivar nevndarformaðurin í SEV.

Les alt skrivið hjá John Zachariassen, nevndarformanni í SEV, her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder