Hesa myrku ársins tíð, eru tað fleiri kríatúr, sum lata lív í ferðsluni, serliga har tað ikki er hegnað fram við landsvegin.
Í nátt vórðu tveir seyðir dripnir eftir at vera ákoyrdir av bilum í myrkrinum. Um 23.20-tíðina var ein seyður árendur oman fyri Syðrugøtu, og beint eftir midnátt varð ein seyður árendur á landsvegnum við Stykkið.
- Bøndurnir missa heilt nógvan seyð í teimum støðum, har seyðurin sleppur út á landsvegin, staðfestir vakthavandi á politistøðini í morgun.
Burtursæð frá hesum hevur løgreglan havt eina friðarliga nátt.
- Vit hava verið úti og klipt nakrar plátur, upplýsir vakthavandi uttan tó at hava tal yvir hvussu nógvar talan er um. Men at tær eru kliptar í Havn og í ’norðurøkinum’, sum umfatar Eysturoy og Norðoyggjar. Nummarspjøldur verða tikin av bilum, tá hesir standa fyri at skylda eitt nú trygging og vegskatt.
Eisini hevur løgreglan í nátt hjálpt einum manni heim, sum í fyllskapi var komin ’skeivt í býin’ og órógvaði náttarfriðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald