Innanlands

Seyður og hundur yvirkoyrdir í gjár

Tvey ferðsluóhapp vóru í gjár

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-02-22 09:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tvey ferðsluóhapp vóru í gjárkvøldið.

Á landsvegnum við Hvalvík koyrdi ein bilur á eina ær. Eingin persónskaði stóðst av hendingini, og bilurin fekk ikki stóran skaða, men ærin fór illa og doyði.

Á Strondum var eisini eitt ferðsluóhapp, har ein hundur. av slagnum bulldog, var árendur. Heldur ikki stóðst nakar persónskaði, heldur ikki fekk bilurin nakað serligt á seg. Verri stóð til við hundinum sum doyði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder