Innanlands

Seyður yvirkoyrdur í Kollafirði

Bilførarin var so at sær komin at boðað løgregluni frá

2018-10-23 10:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú heystið er vanligt, at meiri av seyði sæst við vegirnar. Seyðurin leitar sær longur oman at leita sær føði, og tíverri merkir hetta, at seyður og ferðsla bresta saman.

Løgreglan fekk í gjár fráboðan úr Kollafirði um at ein seyður var yvirkoyrdur.

- Tað var ein bilførari, sum boðaði frá at viðkomandi hevði rent á ein seyð, og fortaldi, at seyðurin var deyður, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Vaktleiðarin sigur, at tíbetur eru fólk røsk á boða frá, at tey hava rent á seyð. Tað er ikki altíð at fólk eru so røsk at boða frá hesum, men verður boða frá tekur tryggingin við seyðin, og hetta er í hvussu so er betri fyri tann, sum eigur árenda seyðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder