Í ár eru liðin 50 ár, síðani kendi danski hittbólkurin Shu-bi-dua gav fyrstu sangirnar út. Í tí sambandi verður Shu-bi-dua endurreist, og tann 25. november kemur bólkurin til Føroya at hava stóra jubileumskonsert í Høllini á Hálsi.
Nú kalla teir seg Shu-bi-dua 2.0. Tríggir av føstu tónleikarunum í gamla Shu-bi-dua eru við í nýggju útgávuni av bólkinum. Teir eru Michael Hardinger, sum var við at stovna bólkin, Kim Daugaard og Jørgen Thorup, sum nú er væl upplagdur sangari. Aftrat sær hava teir fingið B-Joe, Kasper Daugaard og Flemming Olsen.
Upprunaligi sangarin í Shu-bi-dua, Michael Bundesen, varð álvarsliga sjúkur í 2011 og doyði í 2020. Tað hevði við sær, at Shu-bi-dua gavst at spæla sum bólkur í 2011. Nú hava familjan hjá Michael Bundesen og tónleikararnir í Shu-bi-dua tosað saman, og tey eru samd um, at Shu-bi-dua 2.0 skal hátíðarhalda tey 50 árini hjá bólkinum. Tað verður gjørt við konsertferð í Danmark og einari konsert í Føroyum.
Shu-bi-dua byrjaði at spæla í 1973, og árini eftir kom bólkurin við einum hitti fyri og øðrum eftir. Eitt nú "Den Røde Tråd", "Hvalborg", "We Wanna Be Free", "Vuffeli-Vov", "Står På En Alpetop", "Askepot", "Midsommersangen", "Sexchikane" og "McArine".
Eisini í Føroyum hevur Shu-bi-dua verið sera væl umtókt, og nú fáa føroyingar møguleikan at uppliva Shu-bi-dua hittkonsert.
Umframt Shu-bi-dua 2.0 spælir eitt tann størsti føroyski hittbólkurin, Dynamit, eisini hetta kvøldið, og somuleiðis fara Herborg Torkilsdóttir og Eyðun Nolsøe at framføra.
Konsertin verður í Høllini á Hálsi leygarkvøldið tann 25. november.
Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni atgongumerki.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald