Innanlands

Síðstu Bezzerwizzer farin út í handlarnar

Sama spæl verður helst ikki endurprentað

2023-01-04 12:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í oktober 2022 kom Hugnaløtur út á marknaðin við Bezzerwizzer á føroyskum. Spælið hevur verið sera væl umtøkt og um jólini hava vit sæð, at stórur partur av føroysku húsarhaldunum hava spælt Bezzerwizzer. 

- Av tí at sølan hevur verið so sera góð, mugu vit nú boðað frá, at seinastu spølini eru farin út á handilshyllarnar kring landið. Tá hesi spølini eru seld, er Bezzerwizzer á føroyskum útselt og vit vænta ikki at sama spæl verður endurprentað, siga stigtakararnir.

- Vit takka fyri góðu undirtøkuna og fara nú í gongd við at hugsa um hvør næsta útgávan verður til føroyingar, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder