Innanlands

Siðvenjan heldur fram: Forfólkaumfar á Kambsdali í morgin

Hósdagin klokkan 11.45 stendur slagið framman fyri miðnámsskúlanæmingum og øðrum. Eftir at flokkarnir hava lagt fram, fáa næmingarnir høvi at seta forfólkunum spurningar. Eisini gera næmingarnir í samfelagsfrøði veljarakanningar bæði áðrenn og aftan á fundin

Orðstýrarin er ein av lærarunum í skúlanum, og ein persónur sum nógv seta í sambandi við val: Jóannes Hansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Orðstýrarin er ein av lærarunum í skúlanum, og ein persónur sum nógv seta í sambandi við val: Jóannes Hansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-18 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Valfepurin er hækkandi á Kambsdali.

Hetta staðfestir Miðnám á Kambsdali á heimasíðu sínari, har lýst verður við stóra valfundinum við forfólkunum, sum er "ein av frálíku siðvenjunum, sum hevur verið afturvendandi øll árini miðnámsskúli hevur verið á Kambsdali".

Soleiðis lýsir Miðnámsskúlin tað sjálvur. Orðstýrarin er ein av lærarunum í skúlanum, og ein persónur sum nógv seta í sambandi við val: Jóannes Hansen.

- Valviðmerkjarin hevur stýrt øllum forfólkafundunum síðani 1988, tá fundurin var á fyrsta sinni á táverandi Studentaskúlanum við Gøtugjógv. Undantakið var tó í 2008, tá hann var rektari á Læraraskúlanum. Sostatt er hetta 12 forfólkaumfar og 11. ferð við Jóannes Hansen við róðrið.

[object Object]

[object Object]
Vanliga er forfólkaumfarið á Kambdsdali lívligt (Savnsmyndir: Sverri Egholm)

Í gjár vitjaðu ungmannafeløg floksins, umframt onnur valevni, á Kambsdali - við millum annað básum og stuttum framløgum. Í morgin, hósdagin 19. mars verður nýggja stásiliga miðhøllin so karmur um stóra forfólkaumfarið á Kambsdali. 

- Vit eru sera fegin um, at flokkar og forfólk vitja okkum og gera sær ómak at samskifta við næmingarnar. Hetta er veruliga við til at økja áhugan og skapa forvitni og spenning fyri valinum. Ein sera umráðandi partur av almennu búgvingini, og vit skulu minnast til, at flestu næmingar skulu seta sín fyrsta kross,” sigur Christian Joensen, rektari.

Á fundinum, sum byrjar klokkan 11.45, luttaka øll floksforfólkini. Beinir Johannesen fyri Fólkaflokkin, Bárður Nielsen fyri Sambandsflokkin, Aksel Johannesen fyri Javnaðarflokkin, Sámal Petur í Grund fyri Sjálvstýri, Sirið Stenberg fyri Tjóðveldi, Ruth Vang fyri Framókn og Jenis av Rana fyri Miðflokkin.

Eftir, at flokkarnir hava lagt fram, fáa næmingarnir høvi at seta forfólkunum spurningar. Eisini gera næmingarnir í samfelagsfrøði veljarakanningar bæði áðrenn og aftan á fundin, staðfestir kambsdalur.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder