Innanlands

Síggja pedofili ov svart og hvítt

Sálarfrøðingur sigur við morgunsendingina hjá KVF, at vit skulu síggja fólk við pedofili meira samansett

Bílætið er frá filminum Leaving Neverland, sum til ber at síggja á DR.dk beint nú (Skýggjamynd)

Bílætið er frá filminum Leaving Neverland, sum til ber at síggja á DR.dk beint nú (Skýggjamynd)

2019-03-14 15:40 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Bjørt Lind, sum er sálarfrøðingur og hevur skrivað ritgerð um pedofili, segði í morgun við útvarpið, at vit skulu síggja pedofili meira samansett. 

Pedofili varð viðgjørt í morgunsendingini í sambandi við sendingina Leaving Filmurin snýr seg um Wade Robson og James Safechuck, sum siga seg hava verið misnýttar av kenda tónleikarinum, Michael Jackson. 

Bjørt Lind segði millum annað eisini, at í sjálarfrøðingar vóru ósamdir um, hvørt pedofili var ein seksuell orientering ella ein sjúka. 

Bjørt Lind segði eisini, at tú væl kann vera ein góður pápi, ein góður lærari, ein góður stjóri ella okkurt annað, hóast tú ert pedofil. Hon segði, at fólk ofta hava ringt við at rúma, at pedofilar kunnu vera meira enn bara tað. 

Hon segði eisini, at miðlarnir ofta hava lyndið til at seta pedofili upp ov svart og hvítt. 

Til ber at hoyra innslagið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder