Innanlands

Siglingin um Skopunarfjørð verður ikki tikin upp aftur fyrrapartin

Ætlaði túrurin klokkan 10.30 úr Skopun verður kortini ikki sigldur - um viðrar veður siglingin tikin uppaftur klokkan 12.30

Teistin hevur ikki verið í sigling síðani seinnapartin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Teistin hevur ikki verið í sigling síðani seinnapartin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-08 10:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðrið er batnað kring landið, men tað er framvegis nógvur vindur, og tað er nú greitt, at eingin sigling verður um Skopunarfjørð fyrrapartin.

Strandferðslan boðaði seinnapartin í gjár frá, at Teistin eftir ætlan fór í sigling aftur klokkan 10.30 við túri úr Skopun. Fyri løtu síðani skrivaði ssl.fo tó, at soleiðis verður ikki.

- Túrurin kl. 10:30 verður ikki sigldur. Viðrar, verður siglt aftur úr Skopun kl. 12:30 og av Gomlurætt 13:15.

Harvið fella tveir teir seinastu túrarnir, sambært ferðaætlanini, fyrrapartin burtur, og tað er í fyrsta lagi um stórir tveir tímar, at sigling verður um Skopunarfjørð. 

Smyril siglir eftir ætlan aftur av Krambatanga klokkan 11.30 - fleri Bygdaleiðir eru farnar í gongd aftur.

Til ber at síggja yvirlit á ssl.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder