2019-03-12 09:50
Lítli bíggjardrongurin Sigmundur, sum varð føddur 17. november í fjør, er borgari nummar 1.200 í Sørvágs kommunu.
Ongantíð fyrr hava so nógv fólk búð í Sørvágs kommunu, og fríggjadagin var borgarstjórin í Sørvági, Aimé Jacobsen, í Bø fyri at geva Sigmundi og familju hansara blómur eina heilsan frá kommununi í hesum sambandi.
Sambært Hagstovuni vóru 1.202 borgarar skrásett í Sørvágs kommunu á nýggjárunum: 1.109 í Sørvági, 67 í Bø, 12 í Gásadali og 14 í Mykinesi.
Á myndini herundir sæst Sigmundur saman við mammuni Helgu Guttesen og stórubeiggjunum Gutte og Baldur.
(Mynd: sorvag.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald