Sigrun Jóhansdóttir Bisp úr Kollafirði varð fødd við cystiskari fibrosu, og í 2017 fekk hon fyri fyrstu ferð nýggja lungu, sum kroppurin tó stoytti frá sær hálvtannað ár seinni. Hon bíðaði síðani leingi eftir nýggjari lungu, sum hon endiliga fekk um miðjan februar í ár. Síðan tá, er tað gingið framá.
Áðrenn skurðviðgerðina hevði hon eina lungukapasitet á minni enn tíggju prosent, og í løtuni er lungukapasiteturin hjá henni 51.
– Læknarnir siga, at tað nokk ikki kemur upp á 100 prosent, men tað fer nokk at hækka enn meira, sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp í samøðu við danska B.T.
Í løtuni býr hon saman við manni sínum og soni teirra á sjúklingahotellinum á Østerbro í Keypmannahavn, og læknarnir skulu fylgja henni nakrar mánaðir afturat, áðrenn hon kann fara heim til Føroyar aftur. Vónandi verður tað í summar, sigur hon.
Sigrun og maðurin, Mortan Bisp, umhugsa í løtuni at senda sonin, Jóhan heim til Føroyar fyrst at búgva hjá ommu og abba sínum. Hóast skúlar lata upp í bæði Danmark og Føroyum, kann Jóhan, sum í løtuni gongur í skúla í Keypmannahavn, ikki fara aftur í skúla orsakað av støðuni hjá mammuni. Sigrun hevur cystiska fibrosu, er nýliga vorðin skurðviðgjørd og tekur heilivág, sum niðursetur imunverjuna, og er hon sostatt í vandabólkinum.
Sigrun sigur við B.T., at hon ikki óttast korona. Sjálvandi heldur hon frástøðu og vaskar hendur, men hon er ikki bangin, sigur hon. Øll samrøðan kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald