Innanlands

Sigur frá sól og lítið av vindi

Hitin kemur eisini upp á 10 hitastig

Mynd. Ólavur Frederiksen

Mynd. Ólavur Frederiksen

2019-05-14 11:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðrið vísir seg frá síni góðu síðu komandi í dag og í morgin. Veðurforsøgnin sigur frá sól, lítið av vindi og upp í 10 hitastig.

Í dag er lot til gul av útsynningi, millum 1,8 og 5,3 m/s. Sólin sær seinnapartin og hitin liggur um 9 hitastig.

Góða veðrið heldur sær eisini til í morgin. Veðurforsøgnin sigur frá lot til gul av suðri og landsynningi, millum 3,1 og 5,2 m/s. Sólin kagar gjøgnum allan dagin og hitin veksur úr 8 hitastigum upp í 10 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder