Besta valið - sambært veljarakanningini sum er kunngjørd í Blaðnum Vikuskifti í dag - stendur Javnaðarflokkurin at fáa, hóast undirtøkan ikki er eins góð, og hon onkuntíð fyrr hevur verið í veljarakanningum.
Nakað meir enn fjórði hvør veljari – 25,4 prosent – fara hesaferð at atkvøða fyri lista C, og tað gevur Javnaðarflokkinum 9 fólk á tingi. Hetta er eisini ein framgongd á 3,2 prosentstig í mun til seinasta løgtingsval.
Tjóðveldi stendur til framgongd. Bæði í mun til seinastu veljarakanning og í mun til seinasta løgtingsval.
Tjóðveldið er næststørstur í veljarakanningini, fær 20,7 prosent av atkvøðunum – tað gevur 7 umboð á tingi, eitt fleiri enn nú. Framgongdin í mun til seinasta val er 2,6 prosentstig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald