Innanlands

Sigurd Nielsen í Vestmanna 100 ár

Eftirkomararnir hjá Sigurd og konuni Elsu eru í dag 61 í tali, og tá eru makarnir hjá eftirkomaranum ikki taldir við

Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, var fyrrapartin og heilsaði upp á føðingardagsbarnið, ið er abbabeiggi hennara og eisini eru tey grannar (Mynd: Vestmanna kommuna)

Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, var fyrrapartin og heilsaði upp á føðingardagsbarnið, ið er abbabeiggi hennara og eisini eru tey grannar (Mynd: Vestmanna kommuna)

2026-01-23 17:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sigurd Nielsen í Vestmanna fyllir í dag 100 ár.

Hann er føddur í Vestmanna 23. januar í 1926 og hevur búð í bygdini alt sítt lív. Foreldur hansara vóru Sanna og Jens Nielsen. Tey fingu sjey børn, og Sigurd er tann einasti av teimum, sum eftir er.

Sigurd Nielsen vaks upp á Heygum í Vestmanna, og bygdu hann og konan, Elsa, hús í sama býlingi. Tey fingu seks børn. Eftirkomararnir hjá Sigurd og Elsu eru í dag 61 í tali, og tá eru makarnir hjá eftirkomaranum ikki taldir við.

Sigurd hevur arbeitt sum handverkari. Millum annað var hann við at byggja báðar fólkaskúlarnar í kommununi. Eisini høvdu Elsa og hann handil.

Nú Sigurd Nielsen fyllir 100 ár, eru tað trý fólk í Vestmanna, sum eru 100 ár ella eldri.

Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, var fyrrapartin og heilsaði upp á føðingardagsbarnið, ið er abbabeiggi hennara og eisini eru tey grannar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder