Hósdagin, 21. mai, Kristi himmalsferðardag, klokkan 17 hevur Siloakórið útikonsert við Mentanarhúsið í Fuglafirði.
Kórið, ið er knýtt at samkomuni í Siloa, hevur mong ár á baki og hevur sínar regluligu venjingar eina ferð um vikuna.
Eins og við øllum øðrum slíkum virksemi, so hava venjingarnar hjá Siloakórinum eisini verið av ongum, meðan koronasóttin hevur herjað. Men síðani myndugleikarnir loyvdu, at 50 fólk kundu savnast, hevur kórið havt nakrar fáar venjingar. Tað er Eyðun á Lakjuni, sum stjórnar.
Kórið fer at syngja í ein tíma saman við lítlum orkestri og solistum. Ætlanin var at syngja til páskastevnuna á Kambsdali, ið varð avlýst, so ivaleyst verður onkur páskasálmur at hoyra.
Veðrið hevur alt at siga, um slíkt tiltak skal eydnast til fulnar, og verður tað ikki til vildar, verður farið innum – og sjálvandi verða tilmælini frá myndugleikunum hildin.
Siloakórið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald