Mentan

Símun Hammer stjórnar Ólavsøkukórinum

Nógvir sangarar leita sær hvørt ár til Havnar at syngja við Ólavsøkukórinum. Seinastu árini hava um 250 sangarar sungið ólavsøkumorgun á Tinghúsvøllinum.

2019-06-21 13:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kórsangur hevur í nærum 90 ár verið partur av tjóðarhátíðini, og kórsangurin undir Tinghúsinum er hjá mongum eitt hædddarpunkt á hesi høgtíð.
Í mong ár hevur verið tann siðvenja, at skiftandi kórleiðarar venja og stjórna stóra kórinum og í ár hevur nevndin í Kórsambandi Føroya heitt á Símun Hammer at verða kórleiðara.
Símun er millum annað ein av organistunum í Gøtu kirkju, umframt at hann er kórleiðari hjá Gøtu kirkju ungdómskóri. Á Kórfestivalinum, sum fyrr í vár varð hildin í Løkshøll, vann Gøtu kirkju ungdómskór bæði 2. virðisløn og áhoyraravirðislønina. Kórið skal fyrst í juli á altjóða kórkapping í Týsklandi.

Sangskráin verður eins og undanfarnu árini ein blanding av nýggjum og gomlum, siðbundnum og modernaðum kórsangi. Sum vant eru allir kórsangarar vælkomnir at syngja í kórinum.

Sungið verður í Læraraskúlahøllini hesa dagar:
14. juli 
17. juli 
21. juli 
24. juli.

Nærri kunning fæst á www.kor.fo og á facebook-bólkinum Kórtíðindi

- Kórsamband Føroya

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder