Innanlands

Sinnisbati á ferð

Sinnisbati fer í næstum undir eina fyrilestrarrøð runt í Føroyum, har endamálið er at upplýsa um sálarligar avbjóðingar, og fyrsta tiltakið verður á Bókasavninum við Løkin 28. januar

Fyrsti fyrilesturin verður í Bókasavninum við Løkin mikukvøldið 28. januar (Savnsmynd)

Fyrsti fyrilesturin verður í Bókasavninum við Løkin mikukvøldið 28. januar (Savnsmynd)

2026-01-26 18:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sinnisbati fer í næstum undir eina fyrilestrarrøð runt í Føroyum, har endamálið er at upplýsa um sálarligar avbjóðingar, men ikki minst at birta vón um, at tað er hjálp at heinta, skrivar Sinnisbati í tíðindaskrivi.

Fyrsti fyrilestur verður á Bókasavninum við Løkin í Runavík mikukvøldið 28. januar klokkan 19.

Óluva Poulsen og Kala R. Debes, ið báðar starvast á Psykiatriska deplinum og millum annað hava bólkaviðgerð fyri tunglyndi, koma at hava framløgu hetta kvøldið. Óluva og Kala fara at greiða frá um eyðkenni við tunglyndi, og hvussu ein kanst koma seg aftur.

Eftir fyrilesturin verður kaffi, har umboð fyri Sinnisbata eisini vera til staðar, og møguleiki verður at seta spurningar og práta.

Hóast tað er vorðið alsamt lættari at tosa opið um lívið við sálarligum avbjóðingum, eru fordómar og stigma enn ein stórur trupulleiki í gerandisdegnum hjá fólki, sum stríðast, og teirra avvarðandi. Tí arbeiðir Sinnisbati áhaldandi við upplýsing og at skapa størri tilvit í samfelagnum um hesi viðurskifti, skrivar Sinnisbati.

Kunning um komandi fyrilestrar verður løgd út á síðurnar hjá Sinnisbata.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder