- Brúkið bert orðini í røttum týdningi!
Tað skrivaði Sinnisbati, sum er ein sjálvboðin áhugafelagsskapur hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, á Facebook mikudagin. Tað, ið hevur fingið fólk handan felagsskapin til knappaborðið er, at grein varð skrivað á Portal.fo fyrr í vikuni, tá Johnny í grótinum viðmerkti frágreiðing frá Jan Lamhauge um málið um Liljuna Weihe.
Les eisini: Johnny í Grótinum: Jan Lamhauge livir í síni egnu boblu
Felagsskapurin sipar til tvær orðingar, sum Johnny í Grótinum segði í sínum viðmerkingm til ákærurnar ímóti sær á Facebook, og tær eru hesar:
- Tað er bæði syndarligt og syrgiligt at síggja sannføring um egið lýtaloysi bólgna til slíka megalomaniska fiksering.
- Kringvarpið átti veruliga at bjóða manninum sálarfrøðiliga hjálp, áðrenn hann í summar aftur skal til arbeiðis á stovninum.
Ikki tveita við sálarligum sjúkueyðkennum
- Sinnisbata finnast vit hvassliga at, at tveitt verður við sálarligum sjúkueyðkennum og tað at leita sær sálarhjálp verður brúkt niðrandi, sigur felagsskapurin á Facebook. Felagsskapurin sigur eisini, at hettar ikki er eindømi.
- Hetta er einki eindømi. Vit síggja alt ov ofta, at tað verður tveitt við sálarsjúkum og sjúkueyðkennum fyri at lýsa eitt nú kenslur, gerðir og støður. Sálarsjúkur skulu stillast hjá lækna og sálarfrøðingi - ikki av almenninginum og ikki í einari grein, skrivar felagsskapurin víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald