Onki bendir á, at vit í Føroyum eru útsett fyri nakran vanda, nú grønlendingar kenna seg óttafullar av hóttanum frá Trump forseta um at taka Grønland við hermegi, um tað gerst neyðugt, tí hann ‘vil hava Grønland – av trygdarávum’, sum Trump málber seg.
Tí er Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við uttanríkis- og trygdarpolitiskum málum, ikki óttafull um støðuna. Tað segði hon í samrøðu við Árna Gregersen í FM1-tíðindunum á middegi.
- Men støðan broytist hvønn dag, og tað kann síggja út sum um, at tann skipanin, ið vit hava havt, nú fellur fyri opnum skíggja. Stórveldini eru farin at býta heimin ímillum sín, og tey tykjast ikki at virða altjóða reglur og fólkaræðið í londunum, segði Sirið Stenberg millum annað.
Sirið Stenberg ber tó ikki ótta fyri, at trygdarstøðan í Føroyum er versnað nevnivert í seinastuni.
- Vit verða væl kunnað, og onki av tí, sum vit fáa at vita bendir á, at tað er nakar reellur vandi hjá okkum, sigur landsstýriskvinnan.
Vil ikki gagnnýta ótryggu støðuna
Hon gjørdi í samrøðuni greitt, at fremsta mál hjá henni sum oddviti fyri Tjóðveldi framvegis er at føra Føroyar fram á sjálvstýrisleið, tí málið er at vit gerast ein sjálvstøðugur statur, sigur hon.
Men Sirið Stenberg hevur tó ongar ætlanir um at brúka ótryggu støðuna, sum Grønland er komið í, til at trýsta nakað í gjøgnum og harvið órógva samanhaldið, sum er í ríkisfelagsskapinum í løtuni.
Ríkisfelagsskapurin stendur fyri falli
Upp á fyrispurning um hvat hendir við felagsskapinum, nú Grønland møguliga verður drigið nærri at USA, er ein avbjóðing fyri ríkisfelagsskapin, segði Sirið Stenberg:
- Tað er nú einaferð so, at hesin felagsskapur, sum vit eru í, stendur fyri falli, tað sæst týðuliga. Heimurin er nú einaferð samansettur av statum – tað eru tey, sum sita við borðið, sum taka avgerðirnar. Okkara tørvur at verða sjálvstøðugur statur fyri at kunna vaksa og mennast, verður ikki burtur orsaka av truplu støðuna í Grønlandi.
- Tí arbeiða vit framhaldandi við at gerast ein sjálvstøðugur statur. Tørvurin er tann sami í dag, tí tað er trupult at vera eitt lítið land og uppaftur truplari at vera eitt lítið hjáland.
- Eru vit ein statur fáa vit fleiri heimildir og fleiri møguleikar at luttaka beinleiðis, og tað er okkara ynski. Men tað er framvegis neyðugt at samstarva. At vit vilja vera okkara egni statur merkir ikki, at vit vilja melda okkum út úr heiminum, men at vit vilja melda okkum inn, segði Sirið Stenberg.
Hoyr meira her. Samrøðan við Sirið Stenberg byrjar umleið 3 minuttir inni í sendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald