Fríggjadagin vóru tað Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen, og í dag eru tað forfólkini í Fólkaflokkinum og í Tjóðveldi, sum vitja nýggja rásarúmið hjá FM1 í Miðlon.
Hoyr formenninar í Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum tulka tjóðarsemjuna og annað her
Í gjár legði Sirið Stenberg valskránna hjá Tjóðveldi fram, og í dag eigur Beinir Johannesen tørn.
Sí eisini: Tjóðarsemjan er nú høvuðsmálið hjá Tjóðveldi
Klokkan 16 vitja tey bæði Árna Gregersen, sum fer at spyrja forfólkini um høvuðsevnini í valskránum.
Eisini skulu Sirið og Beinir kjakast, og millum annað kemur ríkisrættarliga støðan á breddan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald