Innanlands

Sirið Stenberg: Arbeiðið eftir ætlan liðugt um fimm ár

Nógv arbeiði og nógv skráseting skal gerast við sjálvt tilfarið, áðrenn bandasavnið hjá Kringvarpinum kann gerast alment, og hetta er eisini galdandi fyri talgilda tilfarið frá Savnsgulli, sigur landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-19 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeiðið við at gera søvnini hjá Kringvarpinum atkomulig fyri almenninginum er í gongd, og ætlandi verður arbeiðið liðugt í 2028 ella 2029.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum í svari til fyrispurning hjá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni fyri Sambandflokkin.

Sirið Stenberg vísir á, at samlaðu søvnini hjá Kringvarpinum eru nógv størri enn tað, sum er fevnt av Savnsgull-verkætlanini, sum er liðugt talgildað.

– Savnsgull fevndi um talgilding av tilfari í savninum hjá Kringvarpi Føroya frá ár 1957 til stutt eftir aldarskiftið. Talan var um á leið 500.000 pappírsskjøl, 30.000 ljóðbond og 13.000 videobond. Samlaða savnið í Kringvarpinum er umleið tríggjar ferðir so stórt.

– Arbeiðið við atkomuligheit fevnir um alt tilfarið, og tað hongur tætt saman við framleiðsluskipanunum og talgildu menningini av stovninum annars. Nógv arbeiði og nógv skráseting skal gerast við sjálvt tilfarið, áðrenn bandasavnið kann gerast alment. Hetta er eisini galdandi fyri talgilda tilfarið frá Savnsgulli. Metingin hjá Kringvarpinum er, at hetta arbeiðið er líka umfatandi sum upprunaliga Savnsgull-verkætlanin, sigur landsstýriskvinnan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder