Innanlands

Sirið Stenberg: Ísrael hevur tikið eina skeiva avgerð

Landsstýrið tekur ikki undir við ætlanini hjá Ísrael um at taka ræðið á Gaza býi

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna (Savnsmynd: Almanna- og mentamálaráðið)

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna (Savnsmynd: Almanna- og mentamálaráðið)

2025-08-11 14:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leiðarar úr fleiri londum hava funnist at nýggju ætlanini hjá Ísrael um at taka ræðið Gaza bý, og landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg sigur seg eisini vera ímóti ætlanini.

Landsstýrið tekur ikki undir við ætlanini, og heldur enn at skapa frið kann hon leingja kríggið, segði hon í samrøðu við Útvarpið á middegi.

– Vit halda, at tað er ein skeiv avgerð, sum bara kann skapa størri neyð og oyðilegging, sigur landsstýriskvinnan.

Les eisini: Finnast at ísraelsku ætlanini fyri Gaza

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder