Innanlands

Sirið Stenberg: Rigmor Dam átti at vent sær til mín

Rigmor Dam heitti um vikuskiftið á heilsmálaráðið um at fáa fyrrverandi sjúkrahússtjóran aftur í starv

Sirið Stenberg heldur at Rigmor Dam átti at vent sær til sín við áheitanini um sjúkrahússtjóran (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sirið Stenberg heldur at Rigmor Dam átti at vent sær til sín við áheitanini um sjúkrahússtjóran (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-19 17:26 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Tá man er í einari samgongu og hevur nakað uppá hjarta, kann man venda sær til tann, sum umsitir økið við áheitanunum. 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, um lesarabræv frá Rigmor Dam, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin.

Í lesarabrævi um vikuskiftið skrivar Rigmor Dam, at tað er ørkymlandi at stjórin á Landssjúkrahúsinum kendi seg noyddan at siga upp vegna samskiftistrupulleikar við aðalráðið. Hon heitti á aðalráðið um at senda boð eftir Jóanis Erik Køtlum og fáa hann aftur í starv. 

Sirið Stenberg hevur ongar viðmerkingar til lesarabrævi, men hon heldur tað vera skuffandi, at tingfólk í samgonguni ikki venda sær til sín við áheitanunum. 

- Hattar er ikki ein máti at samstarva uppá. Vit hava ikki havt trupulleikar í samgongusamstarvinum. Og um tað er nøkur viðurskifti, sum man heldur at tey, sum man er í samstarvi við kundu gjørt ørvísi, so kann man venda sær beint til tey heldur enn miðlarnar, sigur landsstýriskvinnan í stuttari viðmerking. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder