Mentan

Sissal: - Eg hevði eina ógvuliga góða framførslu

Gjørdist bilsin tá eg sá, at eg bert fekk tvey stig frá hyggjarunum, men soleiðis er tað, staðfestir føroyska songkvinnan. Hon er takksom - og eisini partvíst glað fyri, at Eurovision-ævintýrið er av

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-05-18 11:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon gjørdi tað, sum man vildi og vónaði í serliga Danmark: Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen sang seg í Eurovision-finaluna.

Danmark var ikki komið framvið hálvfinaluna fimm ár á rað, men so kom føroyska songkvinnan.

Í samrøðuni omanfyri staðfestir Sissal eisini, at hon er ógvuliga fegin um sína framførslu á stóra pallinum í St. Jakobshalle.


Finaluframførslan - tann fyrsta slíka hjá einum føroyingi

Tað fekk fínt hjá Danmark, tá dómsnevndirnar góvu stig, men tað kom sum ein skelkur fyri Sissal, salin - og helst heilt nógv onnur - at Hallucination bert fekk samanlagt tvey stig frá hyggjarunum.

Sí eisini: Bert Sveis og Stórabretland fingu færri stig frá hyggjarunum

Sisal fekk annars fleiri góð skoðsmál við sær, og var hon ikki beisk um tað aftaná.

[object Object](Mynd: EPA)

Hon fekk heldur ikki so harða viðferð í donsku miðlunum - sum heild hevur føroyingurin verið eitt jaligt og frískt íkast til sangkappingina.

Í viðtalu við danskar miðlar í gjárkvøldið staðfesti Sissal eisini, at hon er heldur troytt nú, og at tað verður gott at koma aftur til gerandisdagin. Ætlanin er at gera læraraútbúgvingina lidna og so eisini gera nógvan tónleik.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder