2025-03-28 09:10

Nú greitt hvat nummar í røðini Jóhanna Sissal Norðberg Niclasen fer á pallin tá Eurovision verður í maimánað.
Havnarkvinnan skal framføra til seinna innleiðandi umfarið, sum verður hósdagin 15. mai, og tað verður sum tann ellinta tað kvøldið.
Við lagnum Hallucination vann hon danska Melodi Grand Prix og skal umboða Danmark í ársins Eurovision.
Fyrra innleiðandi umfarið verður týsdagin 13. mai, tað seinna 15. mai, og sjálv finalan verður 17. mai.
Les eisini: Svimjidraktin sleppur ikki við til Eurovision
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald