Mentan

Sissal sigraði í Herning

Føroyska songkvinnan livdi upp til favorittstøðuna í tøttu kappingini og sang seg inn í hjørtuni við sínari stóru rødd. Harvið skal Sissal Jóhanna umboða Danmark til Eurovision í Sveis í mai

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-01 21:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

(Video: DR)

--

Fyri aðru ferð hevur ein føroyingur vunnið eitt danskt Melodi Grand Prix. Fyri tveimum árum síðani var tað Reiley (Rani Petersen) úr Havn, og nú hevur 30-ára gamla havnarkvinann Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen gjørt tað sama.

Við Hallucination var læraralesandi føryingurin skýrdur at vera stórfavorittur. Hesa støðuna livdi hon væl upp til.

Framførslurnar vóru sannførandi og fingu salin at kóka. Stóra og sterka røddin hjá Sissal hóskaði væl til stóru høllina í Boxen, og hóast onnur gjørdu meira burtur "show'inum", so var tað Sissal, sum sigraði.

[object Object]Sjampagna til Sissal og toymi eftir kunngerðina (Mynd: Sverri Egholm)

Dómsnevndin peikaði á Sissal. Hon var ikki nummar eitt hjá hyggjarum, men hon var júst framamnfyri nummar tvey. Eitt stig skilti Sissal Jóhannu og Tim Schou. Síðstnevndi fekk flest atkvøður frá hyggjarunum, Sissal fekk næstflest men hon var fremst hjá dómarunum.

Rørda songkvinna kann nú framføra Hallucination fyri triðju ferð í kvøld og byrja at fyrireika seg til Eurovision, sum verður 15. mai í Sveis.

Dagført 22.16: Meira úr Herning seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder