Mentan

Sissal sleppur ikki at brúka Merkið í Eurovison

Danmarks Radio boðar á flaggdegnum frá, at føroyska flaggið ikki sleppur at verða brúkt tá Sissal fer at syngja í Eurovision í mai

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-04-25 15:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Merkið veittrar kring landið í dag og vit kunnu hátíðarhalda, at tað eru 85 ár síðan at tað bleiv viðurkent.

Men tá Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn luttekur í Eurovison í maimánað, verður einki føroyskt flagg. Í øllum førum ikki í sonevnda "green room". Hetta er staðið, har luttakararnir sita áðrenn og aftaná, teir hava verið á palli.

Danmarks Radio hevur nevniliga fingið upplýst frá EBU, at luttakararnir bara kunnu nýta almenna flaggið fyri landið, sum tey umboða, tá Eurovison verður sent.

Orsøkin er, at hóast Føroyar er partur av danska ríkisfelagsskapinum, so umboðar Danmarks Radio bara Danmark í kappingini, og tískil er bara Dannebrog loyvt.

Fyriskipararnir hava broytt reglugerðina um fløgg, tí tað í fjør bleiv nakað av orðaskifti um nýtsluna. Vinnarin í fjør, Nemo, veittraði við bæði sveisiska og "nonbiner" flagginum. Aðrir luttakrar høvdu eisini prideflagg við sær í "green room". Tað ber ikki til sambært nýggja flaggpolitikkinum hjá Eurovision.

Eurovision verður um miðjan mai. Undanumførini verða 13. og 15. mai og sjálv finalan 17. mai. Sissal og Danmark luttaka í seinna undanumfarinum, hósdagin 15. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder