Mentan

Sissal størri favorittur enn í fjør

Veddingarfyritøka vænta aftur føroyskan sigur í danska melodi grandprixnum í ár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-01-23 14:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn, sum síðsta ár vann danska Melodi Grandprixið verður aftur í ár mett at fara avstað við sigrinum. Hon vann í fjør við lagnum Hallucination og vann sær luttøku í Eurovision.

Danmarks Radio kunngjørdi í gjár luttakararnar til grandprixið, sum verður í Frederikshavn 14. februar. Ein av luttakarunum er Sissal og tað er við lagnum Infinity.

Les eisini: Melodi Grand prix: Sissal er við aftur í ár

Og sambært Danske Spil, so skulu vit rokna við at síggja nógv til Sissal aftur í ár. Setur ein pengarnar á Sissal og hon vinnur, fær man teir aftur 2,10 ferðir. Tað er tað minsta millum teir átta luttakararnir. Um somu tíð síðsta ár fekk man pengarnar 2,15 ferðir aftur.

Sangarin Ericka Jane við lagnum "Death Of Me" verður mett at hava næststørst møguleika at vinna. Har fáast pengarnir 4,25 ferðir aftur. Síðani kemur Søren Torpegaard við lagnum Før Vi Går Hjem, har pengarnir fáast 4,50 ferðir aftur.

Hoyr sangin hjá Sissal:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder