Fríggjakvøldið 28. februar klokkan 20 verður norski Sivert Høyem at hoyra í Løkshøll í Runavík.
– Sivert Høyem er eitt av mest týðandi tónlistafólkunum í Noregi seinastu tvey áratíggjuni, bæði sum frontmaður í legendariska bólkinum Madrugada og sum solistur.
– Til hesa sjáldsomu og inniligu konsertina fer Høyem at framføra einsamallur á pallinum, og her kemur tú heilt tætt at ráa talentinum hjá einum av mest gávuríku norsku sangskrivarunum, skrivar Runavíkar kommuna í tíðindaskrivi.
– Nýggjasta útgávan On an Island (2024), varð tikin upp í legendariska Zoar-kapellinum í Nyksund, og prógvaði enn einaferð, hví Høyem verður mettur at vera ein av teimum mest merkisverdu røddunum á norska rockpallinum. Fløgan fekk rós frá ummælarum fyri ráa og sorgblíða vakurleikan, og gjørdist enn ein varði á longu og hugtakandi yrkisleiðini, bæði heima í Noregi og úti í heimi.
Tónleikurin hjá Høyem verður lýstur sum tíðarleysur, sorgblíður, og við megi at flyta lurtaran til dramatisku landsløgini í Norðurnoregi, har vindarnir ýla, og næturnar eru langar. Við sangum sum "Prisoner of the Road", "Moon Landing", "Into the Sea", og ikoniska Madrugada classic "Majesty", leggur hendan konsertin upp til eina uppliving í heimsklassa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald