Ein sjáldsom royndarútgáva av filmsplakatini til næsta Star Wars-filmin í upprunarøðini, "The Empire Strikes Back", teknað av Roger Kastel, varð seld á uppboðssølu til ein dulnevndan samlara herfyri.
Plakatin varð seld á einari uppboðssølu í Dallas í amerikanska statinum Texas fyri 26.400 dollarar, ið svarar til uml. 168.000 krónur, skrivar Politiken.
Tá filmurin "The Empire Strikes Back" kom í biografarnar í 1980 varð plakatin, ið var at síggja tá, eitt sindur øðrvísi.
Royndarplakatin hevði heitari litir, og umframt Luke Skywalker, Chewbacca, C-3PO og R2-D2, eru skattaveiðumaðurin Boba Fett og uppreistrarmaðurin Lando Calrissian eisini at síggja á plakatini.
Niðanfyri síggjast báðar plakatirnar.
Les eisini: Star Wars gripur seldur fyri milliónir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald