Aftur í ár fara sjálvboðin til verka kring landið í samband við átakið ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Átakið verður 30. apríl til 2. mai.
Átakið var fyrstu ferð í 2019 og hetta er sostatt áttandu ferð skipað verður fyri átakinum, sum veruliga hevur prógvað sítt virði sum eitt gott amboð til at savna fólk um uppgávuna at fyrireika Føroyar til ferðavinnu-háárstíðina.
Somuleiðis er hetta ein góð uppliving, har til ber at hitta fólk frá øllum heiminum og vera saman um at loysa eina ítøkiliga og meiningsfulla uppgávu.
Altjóða hevur átakið vakt miklan ans og hvørt ár eru túsundtals fólk sum vilja til Føroyar at vera partur av átakinum. Í ár søktu 5.315 fólk um tey 80 plássini, sum verða tillutað til útlendsk sjálvboðin.
Áhugin hjá føroyingum at vera við hevur eisini verið stórur, og er vaksin støðugt hvørt ár. Í ár bjóða vit 40 sjálvbodnum føroyingum at verða partur av átakinum.
Arbeiði fer sum undanfarin ár at snúgva seg um at gera nýggjar hagagøtur, umvæla farleiðir, gera útsýnisstøð, seta vegvísarar upp o.a., so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiði frá undanfarnum árum, meðan aðrar eru nýggjar og øðrvísi. Til dømis verður væl umtókta útsýnisstaðið við Trøllkonufingur í Sandavági gjørt, ein nýggj farleið í Nólsoy, norðan fyri bygdina verður gjørd og í Dali verður ein gonguleið gjørd frá landsvegnum oman í bygdina gjøgnum gomlu neytageilina.
Tær 10 verkætlanirnar í ár, verða nærri lýstar her.
Ongi krøv eru sett um serligar førleikar. Einasta treyt er, at tey sjálvbodnu tíma at arbeiða hart í tveir og ein hálvan dag. Tey sjálvbodnu sum eru við í verkætlanini fáa bjóðað gisting og mat afturfyri arbeiðsdagarnar ið enda við eini veitslu.
Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Freistin at tekna seg er fríggjadagin 17. apríl.
Tær 10 verkætlanirnar eru hesar:
Í Koltri er talan um tvær uppgávur. Onnur er at seta hegn tvørtur um oynna, sum skal gerast fyri at verja umleið 80 prosent av oynni sum náttúrufriðingarøki. Hin verkætlanin snýr seg um at endurnýggja steinleiðina til Gróthústanga.
Í Nólsoy skal gerast ein nýggj sambindingarleið, sum knýtir saman tvær væl brúktar gonguleiðir norðan fyri bygdina.
Í Sandavági skal gonguleiðin út á útsýnisøkið til Trøllkonufingur og sjálvt útsýnisøkið betrast og tryggjast.
Í Vági skal eitt nýtt útsýnisstað við húsi gerast vesturi á Eiðinum.
Í Funningi skal gøtan út á Hvíthamar og sjálvt útsýnisstaðið á Hvíthamri betrast og tryggjast
Við Gjógv skal gøtan fram við gjónni og yvir til trappurnar umvælast. Eisini skal farleið gerast millum trappurnar og Byrgisveg
Í Skopun verður arbeitt víðari við verkætlanini, sum byrjaði í fjør kring Norðraravatn. Leiðin kring vatnið skal umvælast og tryggjast
Í Havn skal gøtan til Kirkjubøar betrast og tryggjast
Í Dali skal ein gøta gerast frá einum nýggjum parkeringsplássi oman fyri bygding og oman gjøgnum bøin
Á Viðareiði skulu tey sjálvbodnu arbeiða við at planta trø í eini nýggjari viðarlund í bygdini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald