Uttanlands

Sjálvmorðsálop í Afghanistan kravt minst 25 mannalív

Álopið hendi í einari mosku í býnum Gardez

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2018-08-03 13:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Minst 25 eru deyð og 23 eru særd í einum sjálvmorðsálopi í einari mosku í eystara partinum av Afghanistan. Tað skrivar DR.

Enn hevur eingin tikið ábyrgdina fyri álopið, sum varð framt í býnum Gardez.

Sambært lokalu løgregluni verður roynt at koma inn á økið fyri at hjálpa í minsta lagi 9 særd fólk.

Sjálvmorðsálopið er tað nýggjasta í einari langari røð av álopum í landinum. Sambært tølum hjá ST vórðu eitt methøgt tal av sivilum dripin í fyrru helvtini av 2018, hóast skipað var fyri vápnahvíld móti endanum av Ramadan. Sambært ST eru sjálvmorðsálop høvuðsorsøkin til hetta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder